§ 1.

Føroyska málnevndin er málrøktar- og málverndarstovnur.

§ 2.

Føroyska málnevndin skal geva landsstovnum og almenningi ráð og upplýsing í spurningum um føroyskt mál.

Nevndin hevur fyrst og fremst hesar fyrisetningar at fremja:

  1. At savna og skráseta nýkomin føroysk orð og vera til hjálpar at velja og evna til nýggj orð. Nevndin skal eisini hava eyguni eftir málspillu, sum er um at taka seg upp, og royna at forða fyri, at hon festist.
  2. At hava samvinnu við orðanevndir hjá feløgum og stovnum og styðja tær eftir førimuni í starvi teirra.
  3. At svara málspurningum frá stovnum og einstaklingum og leggja sær eina við at hava gott samstarv við stovnar og fjølmiðlar, ið hava stóra málsliga ávirkan, so sum landsfyrisiting, skúlar, tíðindabløð, útvarp og sjónvarp. At svara spurningum um ivamál viðvíkjandi fólkanøvnum, staðanøvnum o.ø. nøvnum.
    Spurningar og svør verða varðveitt í skjalasavninum hjá nevndini.
  4. At hava samstarv við aðrar málnevndir og samsvarandi stovnar í hinum Norðurlondum og senda umboðsfólk á felags ársfund teirra.

Nevndin tilnevnir stjórnarlim og varalim fyri føroyskt mál í stjórn Málstovu Norðurlanda.

Harumframt kann landsstýrið geva nevndini onnur verkevni í sambandi við føroyska málrøkt, so sum stavsetingarspurningar, ráðgeving um mál í lógum og kunngerðum, lærubókum og handbókum o.ø.

§ 3.

Í nevndini eru fimm limir, sum landsstýrið tilnevnir eftir tilmæli frá landsskúlafyrisitingini, Føroyamálsdeild Fróðskaparsetursins, Móðurmálslærarafelag Føroya, Rithøvundafelag Føroya og Blaðmannafelag Føroya.

Nevndin situr í fýra ár í senn. Hon velur sjálv formann sín. Av nevndarlimum krevst, at teir hava málsliga útbúgving ella á einhvønn hátt hava prógvað kunnleika og hegni til føroyskt málstarv. Føroyamálsdeild Fróðskaparseturs Føroya veitir nevndini málfrøðiliga leiðbeining eftir tørvi og letur málsøvn síni vera henni til taks.

Á fundum sínum tekur nevndin støðu til málspurningar og metir um ráð, sum hava verið givin millum funda. Nevndin hevur fund, tá ið tørvur er á, tó í minsta lagi eina ferð um mánaðin.

Nevndin almannakunnger frágreiðing frá starvi sínum við hvørt árslok. Har verða m.a. til skjals týðandi ráð og tilmæli, ið nevndin hevur givið í árinum

Dagliga yrkið verður undir umsjón formansins røkt av skrivstovufólki, sum málnevndin setur samsvarandi góðkendum lønarlagi.

Skrivstova nevndarinnar, Málstovan, er í húsum Fróðskaparseturs Føroya.

§ 4.

Landsstýrið ber kostnaðin av málstovuni og rindar nevndarlimunum fundarpening eftir galdandi reglum. Serstøk játtan verður á fíggjarløgtingslógini til føroysku málnevndina.

§ 5.

Henda reglugerð fær gildi 1. apríl 1985.

Tórshavn, 7. januar 1985

Tórbjørn Poulsen (sign.)
landsstýrismaður

/Johan Djurhuus (sign.)

UPP