Føroyska málnevndin er stovnur undir Mentamálaráðnum. Hon varð stovnað í 1985 sambært reglugerð fyri Føroysku málnevndina.
Málnevndin er ráðgevandi málrøktar- og málverndarstovnur. Hon gevur einstaklingum og stovnum ráð og upplýsingar um føroyskt mál. Hon hjálpir fólki við at velja og smíða nýggj orð. Hon svarar eisini spurningum um fólkanøvn, staðarnøvn og onnur nøvn.
Føroyska málnevndin verður vald fjórða hvørt ár. Føroya landsstýrið velur limirnar, sum eru fimm í tali, eftir tilmæli frá Føroyskum miðlafólkum, Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, Mentamálaráðnum, Móðurmálslærarafelag Føroya og Rithøvundafelag Føroya. Málnevndin hevur fund minst eina ferð um mánaðin og annars eftir tørvi.
Skeiðið hjá nevndini, sum situr í løtuni, er frá 1. oktober 2009 til
30. september 2013. Limirnir eru:
Jógvan í Lon Jacobsen,
lektari, Tórshavn, er formaður og umboðar Føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetri Føroya.
Sólvá Jónsdóttir,
lærugreinaráðgevi, Hvalvík,
er
næstformaður og
umboðar
Mentamálaráðið.
Erling Isholm, studentaskúlalærari, Tórshavn, umboðar
Móðurmálslærarafelagið.
Anna V. Ellingsgaard,
útvarpskvinna,
Hoyvík, umboðar Blaðmannafelagið.
Heðin M. Klein, lærari, Tórshavn, umboðar Rithøvundafelagið.
Føroyska málnevndin hevur samstarv við hinar norðurlendsku
málnevndirnar, eitt nú í
Málráði
Norðurlanda, sum hevur til endamáls at stuðla málsliga felagsskapin í
Norðurlondum. Trettan limir eru í Málráðnum, og í løtuni umboðar Zakaris Svabo
Hansen Føroysku málnevndina, meðan Ann Ellefsen er tiltakslimur.
Málnevndin er eisini við í Nordterm, ið er ein norðurlendskur felagsskapur, sum samstarvar um yrkismál. Málráð Norðurlanda umboðar Málnevndina í Nordterm. Ein verkætlan hjá Nordterm er Nordterm-Net, og partur av tí er Nordtermbank, sum verður ein orðabanki við bæði ein- og fleirmálsligum orðalistum úr ymiskum yrkjum.
Málstovan er skrivstova hjá Føroysku málnevndini. Hon heldur til á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya og hevur atgongd til søvn og aðrar hentleikar á deildini. Ein høvuðsuppgáva hjá Málstovuni er at veita ráð og vegleiðing í málsligum ivamálum, og ein og hvør kann venda sær til hennara við málsligum spurningum. Skrivstovutíð er millum klokkan 9 og 16 vanligar yrkadagar.
Málnevndin gevur smáritið Orðafar Bræv frá málnevndini út. Innihaldið í Orðafari er í høvuðsheitum málsligar viðmerkingar og málslig ráð. Tað verður sent øllum áhugaðum ókeypis.
Málnevndin hevur givið út tríggjar bøkur:
Jóhan Hendrik W. Poulsen: Nøkur teldorð. 1985. (Onnur útgáva 1990).
Jóhan Hendrik W. Poulsen: Fólkanøvn. Úrval til leiðbeiningar. 1989.
Jeffrei Henriksen: Mál- og bókmentaorðalisti. 2003.
Føroyska málnevndin
Málstovan
V.U. Hammershaimbs gøtu 16
FO-100 Tórshavn
Tlf. +298-312397
Faks +298-352521
t-postur
mariuss@setur.fo