|
INNGANGUR
Her verður settur upp tann fólkanavnalistin - konufólkanøvn fyri seg
og mannfólkanøvn fyri seg - sum navnanevndin evnaði sambært 15. grein í løgtingslóg
um fólkanøvn, ið varð samtykt 3. juni 1992 og lýst 15. oktober sama ár.
Nøvnini standa øll í hvørfalli, og í ( ) verður sýnt, hvussu
navnið bendist í hvønnfalli, hvørjumfalli og hvørsfalli. Framburður er vístur í [
]. ' merkir herðing. / stendur ímillum loyvdar síðuformar.
Sambært 6. grein 3. stk. í lógini kann eftirnavn vera fornavn faðirs
ella móður í hvørsfalli við -son ella -dóttir aftrat í samsvari við
kyn barnsins. Tá ið stovnur í faðirsnavni endar við -s, kann verða valt
ímillum navn við fyrra liði í hvørsfalli (-ar) ella ongari ending (-s
í endanum á stovninum er tá at skilja sum hvørsfall), t.d. Magnusarson ella Magnusson,
Tummasarson ella Tummasson, Niklasardóttir ella Niklasdóttir,
Hanusardóttir ella Hanusdóttir o.s.fr. Styttru sniðini hava eldri hevd. Tey
nøvn, ið merkt eru við * á navnalistanum, koma undir hesa reglu.
|