Nr. 2, februar 1987, 1. árg.
DONSK ORÐ Í
FØROYSKUM HAMI
Í talumáli - og í skriftmáli hjá summum við - yður í donskum
orðum og máliskum, ið eru meira ella minni lagað at føroyskum. Hetta eru lúnskar
málspillur, sum ikki altíð er so lætt at vara seg fyri, tí danskt er so rótgrógvið
hjá okkum øllum. Eitt høvuðsevnið hjá føroyskari málrøkt hevur frá fyrsta degi
verið at royna at seta mark millum danskt og føroyskt, men ikki hevur altíð borið so
væl til. Her verður gjørt vart við nakrar av hesum "óbodnu gestum".
"óansæð"
er orð, sum hevur verið nógv at hoyra og síggja í seinastuni. Hetta
er danska orðið uanset (úr týskum unangesehen), sum hevur latið seg í
føroyskan ham, men tað verður ikki føroyskt fyri tað. "Óansæð hvørjir teir
eru" kundi verið soleiðis orðað: "Sama hvørjir teir eru". Í
staðin fyri "Óansæð hvussu gongst" kundi verið sagt "Ið hvussu
gongst".
"undirgrava"
er vanligt at hoyra í tíðindum. Sagt verður t.d., at "hann
undirgravar fólkaræðið". Vit geva gætur, at veiki nútíðarformurin
"gravar" er vanligur nú, men eldri og betri er sterki formurin grevur.
Men tað er ikki fyrst og fremst tað, ið er at finnast at hesum orði fyri. Var tað
"leyst samansett" sum upprunaligt føroyskt orð, átti tað at verið grava
undir, og tí er valla høpi í. Meiningin er heldur at grava undan, t.e. at
máa støðið undan einumhvørjum, so at tað dettur. Mælt verður tí frá at nýta
"undirgrava" og "undirgravandi virksemi" og tílíkt og heldur
málbera seg á annan hátt, t.d. grava (burtur) undan, máa el. taka støðið
undan, bróta niður, vera at meini el. til bága - alt eftir, hvat ið
um er at røða. Nóg mikið er at taka av.
"burdi"
Hví siga "burdi" í staðin fyri átti: Hann átti
at verið flongdur.
Fingranøvn
Summi hava gloymt føroysku nøvnini á fingrunum og sett donsk í
staðin. Hví siga "peikifingur" og "ringfingur", tá ið hesir
fingrar av røttum eita fremstifingur og lekifingur ella grøðifingur?
Máltíð
Ikki er óvanligt, at máltíð verður viðfarið sum
hvørkikynsorð: "eitt gott máltíð", eyðvitað tí at danska orðið
"måltid" av einihvørji orsøk hevur skift kyn og nú er hvørkikynsorð. Á
føroyskum er orðið máltíð, eins og orðið tíð og orð við -tíð
sum seinna liði, kvennkynsorð. Ein góð máltíð. Hvør kundi fingið seg til
at sagt t.d. "eitt búrmáltíð"!
Ferja
Tó hevur borið rættiliga væl til at fáa undirtøku fyri orðinum ferja
í staðin fyri tað óføroyska "ferga". Sagt varð í spurnakapping, at
skipið æt "Sundafergan" - tað rætta var Sundaferjan, og tað at
skipið bar hetta navn, gjørdi ivaleyst sítt til at slóða fyri føroyska orðinum ferja.
Vit hava dømi úr kvæðunum um orðið ferja, og í fornmáli og øllum
norðurlandamálum eitur tað ferja - uttan í donskum, - men har æt tað eisini
"færie" í gomlum døgum. Tað var soleiðis, at -rg- og -rj- inni í orðum
kom at ljóða eins, bert sum eitt r. Morgen og færie ljóðaðu sum
frá leið: [m ù « n ] og [f E ù «
], og av tí kom óvissa í stavsetingina, og orð, sum søguliga høvdu rj,
vórðu skrivað við rg, sum t.d. færge. Eingi uttan vit føroyingar hava
sagt hetta g, sum í royndum er eitt "huldu-g", eitt g, sum aldri
hevur verið til í donskum uttan á pappírinum og í vissum lesiframburði. Føroyingar
hava t.d eisini tosað um at "avverga" okkurt fyri at verja fyri onkrum,
og at vera "hergaður" í andliti, og hvørt mansbarn hoyrir, hvussu rangvørgt
tað ljóðar. Og tílíkt orð er "ferga". Tann formurin, sum hevur søguliga
grund, er ferja, og hann eigur eisini framtíðina fyri sær.
Sálmur - kongur
Ikki so sjáldan hoyrast orðini sálmur og kongur við
veikari bending í eykaføllum, t.e. "sálma" og "konga". Hetta man
vera árin frá donskum salme og konge. Orðið sálmur bendist sálm
, sálmi, (sálms), og kongur, kong, kongi, kongs.Tey
sungu ein sálm (ikki "sálma"!). "Tað stendur í einum sálmi
(ikki "sálma"!) eftir Dávid."
Sandvíkahjalli
Sandvíkahjalli er nýtt staðarnavn. Har sum Tórshavnar býur hevur
ruskbrennistøð í gerð, eitur frá gamlari tíð á Hjalla, men tað hevur
tókst neyðugt at hava eyðkenniligari navn á hesum stað, sum er so nógv frammi í
tíðindum og almennari umrøðu. Hesin staður er oman fyri Sandvíkar, og tí er
tað komið mest sum av sær sjálvum at knýta hetta navnið upp í gamla Hjalla-navnið.
Men Sandvíkar er fleirtalsnavn, og í hvørsfalli eitur tað tí Sandvíka.
Navnið er tí rætt stavsett Sandvíkahjalli og ikki "Sandvíkarhjalli",
sum tað ofta sæst skrivað.
Støð - staður
Nú ið brennistøð varð nevnd, er vert at minna á, at í
hvørsfalli eitur tað brennistøðar. Tí er tað óbeint at tala og skriva um
"brennistaðarmálið", sum so tíðum verður gjørt. Her man hvørsfallið av
kallkynsorðinum staður vera fløkt uppí, tí har eitur tað staðar í
hvørsfalli. Tað eitur: brennistøðarmálið.
Vøllur - vørður - høll
Orðið vøllur hevur í hvør- og hvønnfalli í fleirtali
sniðið vøllir og ikki "vallir", sum vanliga sæst í bløðum. Fyri
stuttum varð skrivað um "graslíkisvallir", átti at verið graslíkisvøllir.
- "Vítt um vøllir gyltir hjálmar syngja", kvøða vit í kendum
niðurlag.
Í sama viðfangi er vert at minna á, at vørður somuleiðis eitur vørðir í nevndu føllum í fleirtali. Bókavørður, fleiri bókavørðir.
Men kvennkynsorðið høll eitur hallir í somu føllum í fleirtali. Man skeiva fleirtalssniðið "vallir" vera íkomið við árini frá hesi bending?
Ljóðføri
Ofta verður tónatól kallað "ljóðfar", í fleirtali
"ljóðfør". Hetta er misfatað. Tað beina er (eitt) ljóðføri,
hvørkikynsorð, seinni partur sami sum t.d. í eldføri.
Uttanlands/uttanlendis
Av og á hevur verið mint á, at tað eitur uttanlands ella uttanlendis,
og at av røttum fær einki itið "uttanlanda". Landið tú ert uttan fyri, er
eitt, sama hvussu mong lond tú fert til, og tí er hvørsfalssniðið í hesum føri lands.
Uttanlandsskuld er rætta orðið og ikki "uttanlandaskuld". Men millumlandasamráðingar
t.d., tí nú eru fleiri lond uppií, og hvørsfallið í fleirtali er landa.
Hesin spurningur var at hoyra fyri stuttum: "Er tað ein bakdeilur at arbeiða við síðuna av?" Slíkt átti ikki at verið sagt, heldur ikki í ófyrireikaðari talu.
Kenslan fyri føllum og tølum svíkur alt ov ofta. "Barnadans í D." stóð við stórum litføgrum støvum á einum uppslag, rætta hvørfalssniðið er sum kunnugt dansur. Og meiri enn so hoyrist: "Vart tú í dans í gjárkvøldið?" í staðin fyri í dansi.
" hjá Postverk Føroya" skrivaði eitt blað herfyri - átti at verið hjá Postverki Føroya.
"Vit hava fingið Vagnur M. at gera spurningarnar". Vagnur er hvørfalsformurin, í hvønnfalli er formurin Vagn.
Føroyar eru kvennkynsnavn í fleirtali. Tí er tað burtur av allari leið at siga tílíkt sum: "Vit klára ikki alt Føroyar." Føroyar "vann" er ikki sjáldsamt at hoyra í ítróttatíðindum. Skal sum vera man vera: allar Føroyar og Føroyar vunnu.
"Nú verður Klivar selt" bar eitt blað boð um. Klivar er eins og Føroyar kvennkynsnavn í fleirtali, og tíðindini áttu at ljóðað: "Nú verða Klivar seldar". Øðrvísi, um blaðið skrivaði: "Nú verður flakavirkið Klivar selt".
"Maria og Marta høvdu mist beiggja teirra", segði onkur í einum lestri. Tær mistu sín egna bróður og ikki bróðurin at nøkrum øðrum. Tí skal her standa sín í staðin fyri teirra.
Vísindi er fleirtalsorð í hvørkikyni eins og t.d. tíðindi, og tí er orðing sum: "Lesið greinina um "vísindina"" høpisleys. Skal vera: vísindini.
Í einum blað varð skrivað um "hjarta- og karsjúkur" hjá fólki. Meint mundi vera við æðrasjúkur. Og hví halda fram við at tala um "áraknútar", tá ið vit vita, at tað eru knútar á æðrum og ikki árum. Æðraknútar er rætta orðið.
NÝTT ORÐ
Skotið verður upp, at "leasing" verður á føroyskm nevnt langleiga
og "to lease" at langleiga.
FØROYSKA
MÁLNEVNDIN
V.U.
Hammershaimbs gøtu 16
FO-100 Tórshavn
Tlf. 312397 Faks 352521
Teldupostur: mariuss@setur.fo
http://www.fmn.fo