Nr. 29, desember 1991, 5. árg.
KONA MÍN
Hvørsfallið hevur verið dvínandi í nýføroyskum, tó at roynt hevur
verið at geva tí nakað av sínum mista virki aftur í skrift. Hent er tað til ávísan
stíl, sum skal vera neyvur og virðiligur sum í lógarmáli til dømis at taka. Men
tann, ið vandar sær stílin, hevur tó hógv og ger ikki ov mikið av hvørsfallinum.
Tá eru ráðini at nýta fyrisetingar sum eitt nú hjá, t.d. "báturin hjá
Jógvani" í staðin fyri "bátur Jógvans", men sum nevt, tað valdast
stílin. Tó hevur hvørsfallið staðið seg væl higartil í persónsfornøvnum saman
við orðum, sum umboða skyldskap. Soleiðis hevur tað higartil - og er vónandi enn
hjá mongum - fast at siga "kona mín", "maður mín", "sonur
mín", "dóttir mín" o.s.fr. (í staðin fyri mín kunnu vit seta
eftir tørvi og hóski t.d. tín, hansara, hennara, okkara).
Men nú er hjá í stórum um at hótta ta gomlu og snøggu hvørsfalsnýtsluna á
hesum øki, og vanligt er nú at hoyra fólk siga t.d. "konan hjá mær",
"maðurin hjá mær" og annað tílíkt. Hetta er missur fyri málið. Fyrr
varð sagt, og hoyrist enn í støðum, t.d. "Er hetta knívur mín?"
"Hetta eru hús okkara" og tílíkt. Tað skuldi borið væl til at
hildið fast við tað.
RÍKJASAMBAND
Tað frættist, at trý ríki í Sovjetsamveldinum, ið var, eru gingin
saman í felag, sum í tíðindum eitur "ríkissamband". Hetta fær ikki verið
beint. Fyrri liður í orðinum verður at standa í hvørsfalli í fleirtali, og tí er
rætta orðið ríkjasamband. Eisini bar til at nevna tað t.d. samveldi.
DÓTTIR
Hetta er eitt av skyldskaparorðunum, vit kalla, og tí er at vera varin
við bendingini, tí at hon er serstøk. Dóttir eitur tað í hvørfallinum og
ongum øðrum. Í øllum hinum føllunum í eintali er tað dóttur. Tí eitur tað
t.d. "Anna og Jákup hava fingið eina dóttur" - ikki "eina dóttir",
sum fleiri skriva. Verður uppskotið um føroyska navnalóg samtykt á tingi, verður
loyvt at taka upp aftur gamla føroyska lagið at nevnast -son og -dóttir
faðirs ella móður. Tá ræður um at duga at benda, tí at -dóttir í slíkum
nøvnum bendist sum omanfyri nevnt.
GOYMA
Tann misfatan er ikki óvanlig, at goyma merkir at 'fjala,
krógva', men so er ikki. Av røttum týðir goyma at 'varðveita, ansa eftir,
gæta' o.a.tíl. Vælkent er skjaldrið, ið byrjar soleiðis: "Gott komi í barnið,
mær er fingið at goyma." Tí er einki løgið í tí, at fyrsti
"barnagarður" í Føroyum varð nevndur barnagoymsla!
AT DRAGA EINA LÍNU
Í einum blað stóð um tveir, sum illsamdust, at teir "drógu ikki
somu línu". Ikki eina ferð, at orðafelli verða skeivt viðfarin. Av røttum átti
at staðið, at teir "drógu ikki eina línu".
SAMRUNI
Algongt málbrek er hetta, at máliskur ella orðafelli fløkjast saman,
sum eitt nú tá ið maðurin segði: "Nú fer tíðin at renna undan okkum".
Hetta er setningur, sum lítið skil er í. Tað, sum órógvar, er helst, at maðurin
hevur havt í huga setning sum: "Nú fer tíðin at ganga undan" saman
við vanligu máliskuni "tíðin rennur". Tílíkt kemur ofta undir tað,
vit nevna mismæli, og er oftast meinaleyst, men sagt øllum landsins fólki gjøgnum
útvarp kann tað hava tey av fótum, ið ótrygg eru í málburði.
ATLIT
Atlit er nýtt orð í máli okkara. Tað er hent at hava í
formligum máli. Men tað er komið eitt sindur skeivt fyri í nýtslu. Flest siga og
skriva "við atliti til", men við fyrra liði í orðinum í huga er
sjálvsagt, at tað eitur við atliti at (einum).
SAMDØGUR
Hetta góða gamla føroyska orð hevur ikki havt góða fólkaeydnu.
Leingi hevur tað noyðst at kappast við hitt útlendska "døgn", og so er enn.
Men hálvilla hevur gingist at fara við hesum føroyska orði, sum seg sømir. At siga
t.d. "tvær ferðir um samdøgrið" er rætt føroyskt mál, men nú ein
morgunin varð einum á at siga "um samdøgurtíð". Hvaðan hetta undarliga
orðsnið er komið, man fleiri enn Orðafari vera ein gáta.
AT SPÁA
"Tað er torført at spáa um framtíðina", hoyrist javnan
sagt, sum um spáandi skuldi verið um annað enn framtíðina! Hinum fyndna dananum
Storm-P. varð einaferð sigandi, at ilt var at spáa, serliga um framtíðina! Tílíkt
er stuttligt, fyrst tað verður sagt og nakrar ferðir afturat, men tað slítst sum alt
annað, ið jabbað verður seint og tíðliga. Væl hevði hetta tolað at verið
burturlagt úr viðmerkingum hjá stjórnmálamonnum eina tíð.
"t.v.s" - t.e.
Styttingin "t.v.s" er sera vanlig at síggja í bløðum og
bókum. Óstyttur er setningurin "tað vil siga", sum eisini hoyrist í talu.
Hetta gevur ikki góða meining á føroyskum, tí "tað" kann ongan vilja
hava til at siga nakað! At vilja er dýrari orð enn so, at tað tolir slíka
virðislækkan. Sámiligari og betri føroyskt er heldur at siga og skriva tað er,
stytt t.e.
"TAÐ HEILA" - ALT
"Tað er neyðugt at vita, hvat "tað heila" snýr seg
um", helt onkur fyri. Nóg so danskligt, hetta "tað heila". Segði hann alt
í staðin, var tað føroyskt.
FALLKOMIN FØLL
Okkurt man bila fallkensluni hjá teimum, ið kunnu siga tílíkt sum
"Tað er hart at standa í mál" og "Meistaraheitið er í hús".
Hetta seinna hevði kortini ikki verið betri føroyskt, um tað var rætt bent, tí
máliskan er donsk ("i hus").
NÆRINDIS STÝRIR HVØRJUMFALLI!
Í eini tíðindasending herfyri varð tvær ferðir sagt "nærindis
markið". Eftir regluni í yvirskriftini er hetta skeivt. Tað rætta er
"nærindis markinum". Eisini ber til at siga t.d. "Tætt við markið"
ella "stutt frá markinum".
"BALLERINAIN"
var heiti á sjónvarpssending einaferð í heyst. Tílík
kvennkynsfremmandaorð er ruddiligari at fara við sum vanligum veikt bendum føroyskum
kvennkynsorðum. Leingi høvdu menn fyri at benda orðið opera á nakað sama
hátt sum í donskum: t.d. "hon sang í eini opera", "operair",
"operain". Men nú verður orðið - eins og t.d. kvota - yvirhøvur bent
sum kona: operu, operur. Átti ballerinan ikki eisini at
sloppið upp í part her!
AV SÆR SJÁLVARI
"Lúkan fór upp av sær sjálvum" hoyrdist maður siga nú ein
morgunin fyri Føroya børnum. Nú var tað ein lúka, og lúka er sum kunnugt
kvennkynsorð. Tí átti hon at farið upp av sær sjálvari. Var tað eitt portur
til dømis, fór tað upp av sær sjálvum!
AT BEINA FYRI
Ikki er tað rætt føroyskt mál at siga, at teir ætla at
"fyribeina øll atomvápn". Heldur átti maðurin at sagt, at teir ætla at beina
fyri øllum atomvápnum. Eisini er at minnast til, at áherðingin skal vera á seinna
orðinum (fyri).
VAL
Nú tykist, sum orðið val so smátt er farið at vera við
yvirlutan í teirri longu og seigu kappingini við óføroyska orðið "valg".
Tí var hugstoytt at síggja skelti við orðunum "Frítt valg" við ein handil
í høvuðsstaðnum.
STØRSTUR
Lýsingarorðið stórur verður stigbent størri, størstur.
Gevið gætur, at sjálvljóðið er ø! Henda regla verður íðuliga brotin av
summum blaðmonnum, sum trúliga skriva "stórstur". Hjá teimum hevði rættstavarin
hjá Teldudeildini verið hentur!
FØROYSKA
MÁLNEVNDIN
V.U.
Hammershaimbs gøtu 16
FO-100 Tórshavn
Tlf. 312397 Faks 352521
Teldupostur: mariuss@setur.fo
http://www.fmn.fo