Nr. 39, november 1994, 8.
įrg.
FREMMANDAORŠ
Sum seinast boriš viš er taš ikki altķš bara sum at siga taš at fara ķ
holt viš fremmandaorš. Ķ einum blaš varš skrivaš um śtlendingar, sum vóru
eftirhildnir fyri skuld, men teir lótu vęl at teimum, teir hųvdu viš at gera, fyri at
hava sżnt teimum hjįlpsemi og "humanistiskan anda". Ivaleyst man blašmašurin
hava ętlaš at skriva "humanan anda", t.e. 'menniskjansligan'.
"Humanistisk" er sambęrt danskari fremmandaoršabók lżsingarorš til
navnoršiš "humanisme", iš var mentarųrsla ella -stevna, sum kom upp um endan
į mišųld. Henda stevna vildi seta menniskjuna ķ mišdepilin. Enn verša
hugvķsindaligar lęrugreinir į fróšskaparsetrum nevndar "humanistiskar",
t.d. heimspeki, mįl, bókmentir, sųga. Harafturķmóti hevur fremmandaoršiš
"human" merkingina 'menniskjansligur', t.e. sum hevur samhuga viš menniskjum.
Taš er komiš av latķnska lżsingaroršinum humanus, sum er
skylt viš navnoršini homo 'menniskja' og humus 'mold' - av mold eru vit komin! Lętt er at blanda so lķk
orš, og blašmašur hevur altķš skund.
SPERŠIL OG STĶLUR
Ikki hóska ųll orš eins vęl ķ vandašum tķšindaburši. Mangur mundi
hvųkka viš, tį iš taš fręttist ķ ųšrum loftmišlinum, at "speršil var komin
ķ" stjórnmįlasamrįšingar ķ Sušurafrika. Flest munnu kenna į sęr, at tķlķkt
orš, sum ķ hįlvum skemti er nżtandi um smįvandamįl ķ hinum gerandisliga, ikki er
ręttiliga stovubęrt, tį iš um įlvaramįl er at rųša.
KANADAMENN
Taš er javnan at hoyra, at ķbśgvar ķ Kanada verša skķrdir
"kanadiumenn". Hesum er einki skil ķ. Landiš eitur Kanada
og ikki "Kanadia". Tķ man taš heldur vera kanadamenn,
iš tķšindaberar įttu at sagt. Hitt ber snųgt sagt ikki til.
POLITISKT TOS
Lķtiš veiggj er mangan ķ oršum og oršafellum, sum havd verša į munni ķ
politiskum kjaki. Ein tosar um at "smekka viš huršunum" og annar um ikki at
vilja lata seg "buka upp į plįss". Bęriligari mundi boriš til at oršaš
hetta!
LATA SĘR EITTHVŲRT LYNDA
"Hesum lata felųgini sęr ikki lynda,"
hoyrdist tķšindamašur siga fyri stuttum. Her er fallvilla um vegir. Hvųnnfalliš er
rętta falliš ķ hesum fųri. Tķ įtti setningurin at ljóšaš: "Hetta lata
felųgini sęr ikki lynda"!
OVLANGT
Eiga vit ikki at stśrsa viš "orš" sum "tagnašarskylda"
og "hjśnašarskilnašur"? Jś, drśgvast. Tķ hetta eru ikki orš, men
mįlsligir misburšir av ringasta slag. Men hvussu kemur tķlķkt ķ, tķ hoyrd eru hesi
bęši "orš" og vist eisini onnur av sama slag? Orsųkin man vera tann, at vit
hava summi orš viš fyrra liši sum bśnar- og onnur viš
fyrra lišinum bśnašar-.
Fyrrnevndi oršlišurin man vera gamalt stytt sniš av hinum seinna. Taš gevur kortini
ikki rętt til at leingja tagnar- (hvųrsfall av tųgn) og hjśna- (hvųrsfall av
hjśn) sum gjųrt ķ
frammanfyri nevndu dųmum! Betri kunnleiki ķ fųroyskari mįllęru mundi her komiš vęl
viš!
DANSKT GULLALDARSKALD
Vęl kann vera, at fjarskrivarar og onnur tķlķk tól eru ikki so kring at
lata serbókstavir, iš eru ikki ķ enska stavrašnum, njóta sķn rętt, sum eitt nś
hitt tżska (og svenska) ä. Taš gav at bķta, tį iš hitt
mikla danska gullaldarskaldiš Adam Oehlenschläger varš skķrt
"Oehlenschlager" (viš longum donskum "a"). Hóast fjarskrivarin kann
vera "oršblindur", mįtti veriš vęntandi av upplesaranum, at almenna vitan
hansara var so mikiš fręg, at slķkt įtti helst ikki at komiš fyri!
Hesum lķkt er, at taš kemur fyri, at tżska tónaskaldiš Richard
Strauss fęr fyrra navn sķtt enskaš ķ framburši, eins og the Beatles kunnu koma
framfyri, tį iš tś hoyrir Beethoven nevndan.
BLAND
Taš at lķk oršafelli og mįliskur renna saman, so at śr veršur
marghįttligur blandingur av bįšum, tykist vinda alt meira upp į seg. Soleišis varš
ķ tķšindum sagt frį nųkrum konum, iš sųgdu, at tęr ikki "settu seg fųrar
fyri" at gera eitthvųrt. Her man vera um at rųša samruna (contamination) av hesum
bįšum: tęr sóu seg ikki fųrar fyri og tęr settu sęr ikki
fųri į. Merkingin er at kalla hin sama, men ķ sniši og oršavali er fittur
munur. Mįlinum er taš alt annaš enn til bata, tį iš soleišis veršur fariš viš
fųstum mįliskum. Oršabųkur kunnu ķ flestum fųrum vķsa į beint, men rųkka tęr
ikki, kundi taš veriš ein roynd at spurt į Mįlstovun
FLÓTTI
Hetta merkir 'taš at flżggja'. Einki skil er tķ ķ at nżta oršiš um hin
einstaka flóttamannin ella flóttafólkiš. Ķšuliga er at hoyra um politiskar
"flóttar" og annaš tķlķkt. Hetta er og veršur skeivt.
GYLLIN
Hetta er kallkynsorš og ikki kvennkynsorš, sum summi vilja vera viš.
"Hann keypti ein gyllin ķ jųrš". "Hann seldi tann gyllinin, hann hevši
arvaš". Taš er óbroytt ķ hvųr- og hvųnnfalli ķ fleirtali, t.d. "Hann
eigur tveir gyllin". Hvųrsfall ķ eintali endar viš -s,
t.d. gyllinsfiskur.
LĶŠARENDI
Ikki er lętt at gera av, um taš mundi vera danskt navnsniš ella óhjįlpin
roynd at geva aftur ķslendska stašarnavniš, tį iš mašur nevndi Gunnar į "Lidarenda". Soleišis ljóšaši taš. Ķslendska navniš er
Hlķšarendi, sama sum hitt fųroyska Lķšarendi,
og teir eru fleiri enn ein her į landi. Kappin eitur į fųroyskum Gunnar į Lķšarenda, rętt og slętt.
NĘSTI - ANNAR
"Vęlkomin til nęsta leik okkara ķ hesum leikįri," stóš fremst
ķ eini leikskrį. Heldur enn ikki lųgiš, longu nś at bjóša fólki vęlkomnum til
nęsta leik, sum valla veršur enn į sinni. Hetta mundi vera taš vanliga mistakiš at
siga "nęsti", har sum taš įtti at veriš annar.
Fyrstu raštųlini eru fyrsti, annar og triši.
Hin nęsti er tann, sum kemur aftan į "henda",
hvar hann so er staddur ķ (tal)rašnum. "Vit hava skoraš taš nęsta(!) mįliš ķ
hesari kapping", segši frįsųgumašurin sigursęlur. Hann mundi meina viš annaš mįliš (t.e. nr. 2). Hitt nęsta er ikki komiš enn, um
taš nakrantķš kemur! Nęsta vika er vikan, iš kemur eftir
hesa. Onnur vika er tann, iš kemur eftir nęstu viku. Ķ
ivamįlum er tķšum hjįlp ķ at leita rįš hjį teimum, iš undan fóru. Ķ
Brókartįtti byrjar 28. ųrindi soleišis: "Fyrsta takiš, flundran tók", og
29. ųrindi: "Annaš takiš, flundran tók" (ikki
"nęsta"!). Annar jóladagur hevur taš altķš
itiš, ikki "nęsti"!
KLEPPUR
Ein trolari fekk herfyri eitt satt legudżr av einum kalva vestan fyri Mykines.
Taš var av sonnum tķšindavert og fekk sķna vęl uppibornu umrųšu ķ loftmišlunum.
Tķšindamenn spurdu skiparan m.a., hvat hann helt um henda "kleppin", hann
hevši fingiš į dekk. At oršiš kleppur kundi verša
soleišis nżtt, mundi koma mongum į óvart. Kleppur er sum
kunnugt krókur viš framtjśkkum tręskafti m.a. til at sųkja kalva viš. Eisini er
kleppur tungur višarkubbi at heingja um hįlsin į seyši, iš er argur at leypa upp um
garšar. Tķ veršur taš eisini ķ fluttari merking havt um eitthvųrt, iš er til
hindurs ella foršanar. Hvašan er so henda "nżmerking" komin. Taš liggur nęr
viš at hugsa, at hetta er danska oršiš kleppert “stórur
tjśkkur bulur av manni“, sum er komiš slųšandi uppķ. Danska oršiš er komiš śr
lįgtżskum, har taš merkir “lķtiš, śssaligt ross“.
TAKA Į BÓLI
At taka ein į bóli er at koma óvart į ein, bókstavliga merkingin er 'at
taka ein, sum hann svevur' (į bólinum, t.e. ķ seingini). Nś hoyrist meir enn so sagt
"at taka ein av bóli". Tį iš fyriseting sum į stendur heršingarveikt, er lętt, at hon hoyrist ógjųlla, og
so liggur nęr viš at taka til hina ljóšlķku fyrisetingina av
ķ stašin hjį honum, iš ikki hevur "myndina" ķ oršafellinum hugfasta.
ŲKI
Oršafar męlir til at nżta hetta oršiš heldur enn "umrįši", men
so er at ansa eftir at hava ręttar fyrisetingar, og tęr eru į
og av. Tś ert į einum ųki og
fert tķ av ųkinum, tį iš so skal vera. Nś fręttist
tķšum um skip, sum fiska "ķ" einum sjóųki, og eitt varš bišiš um at fara
"śr" ųkinum beinan vegin. Her eru oršini fųroysk, men hugsanin undir teimum
donsk. Į donskum eitur taš "i området".
HYGGJA
Tey, sum sita į įskošarabeinkjunum viš ein fótbóltsvųll, hyggja ikki
"eftir" bóltleikinum, men tey hyggja at honum.
Heldur ikki hyggur ein "eftir" sjónvarpi, men at
sjónvarpi. Men vit lurta eftir śtvarpi, fyrilestri,
kórsongi osfr. At hyggja upp į
ein, er at hyggja upp ķ eyguni ella upp ķ andlitiš į honum. Į donskum er at se på ķ mongum fųrum sammerkt viš at
hyggja at į fųroyskum. Og hetta hevur sķtt įrin į fųroyskt. Fert tś viš
einumhvųrjum til umvęlingar, kanst tś vęnta til svar, at taš skulu teir "hyggja
upp į"! Og heldur enn ikki marghįttliga ljóšar, at lękni skal koma at
"hyggja upp į" mann, iš liggur meiddur. Hetta evni varš annars višgjųrt ķ
Oršafari 3.
NORŠURLOND
Tį iš vit hava so stutt og snųgt heiti į hesum londum, įtti at veriš
óneyšugt at nevnt tey "tey noršurlendsku londini" (< de nordiske lande). Aftur eitt dųmi um fremmanda
hugsan ķ "fųroyskum" hami. Annars hevur tann rangvųrgi mįlburšur leingi
veriš rįšandi ķ noršurlandasamstarvinum, iš vera skal, at Grųnland, Įland og
Fųroyar skulu ikki sleppa at eita tey lond, tey altķš hava
veriš, men heldur hitt óviršiliga heitiš "selvstyrende område". Mótmęli
śr Fųroyum hava einki munaš, men verri er, at nś eru fųroyingar sjįlvir, bęši ķ
landsins stżri og fjųlmišlum, farnir at taka upp hetta ónevni og kalla land sķtt
"sjįlvstżrandi ųki ella umrįši". Hetta er teimum og okkum ųllum til
lķtlan sóma. Heldur įtti Noršurlandarįšiš aftur at fingiš eitt hvassoršaš
mótmęli fyri at hava sett hetta nišrandi heiti į land okkara eins og Grųnland og
Įland, iš bęši hava oršiš land
ķ navni sķnum. Góštaka vit hetta heiti, so er nęsta stig at skķra um allar stovnar,
iš bera oršiš land ķ navni sķnum, frį landsstżri og
nišureftir! Ófatiligt er, at mašur fekk seg višmerkingarleyst at bera tey tķšindi,
at fóru Svųrķki og Noreg eisini upp ķ ES, var Ķsland einasta Noršurland uttan fyri
ES. Hvat hugsar hann um sķtt egiš land og Grųnland?
SAMDUR
Taš spurdist, at formašurin ķ marknašarnevndini var ikki samdur viš
lųgmanni um eitthvųrt. Tann, sum tś ert samdur viš,
stendur ķ hvųnnfalli, sum fyrr hevur veriš tanlaš ķ hesum fįtęksliga bręvi
(Oršafar 21, 27 og 34). Tķ var formašurin ķ marknašarnevndini ikki samdur viš lųgmann. Hetta er ikki lętt, men taš lęrist, eru vilji og hugur
til.
EYDNAST
"Taš "er" eydnast (<
er lykkedes) landsstżrinum at skerja fķggjarętlanina", ljóšaši nś ein dagin.
Hetta er ófųroyskt tikiš til oršanna. Rętt er at siga, at taš hevur
eydnast osfr.
TYGGJA
Fųroyingar tyggja ikki "upp į" (<
tygge på) nakaš, hvųrki skrį ella sjokulįtu, piparmynt og bommbomm - teir tyggja
bara.
FYRNAST
Hetta er gott, gamalt orš, sum ķ lųgfųšimįli hevur fingiš nżggja
merking afturat. Taš er avleitt av stovninum ķ lżsingaroršinum fornur
'gamal', og varš eitt nś sagt um jųrš, iš gjųrdist forn ella legšist ķ forna, t.e.
hevši ikki veriš velt ķ langa tķš. Eitt dųmi ķ oršabókini sigur: "bųurin
fekk ikki friš at fyrnast, so leingi hann orkaši at halda hakanum". Ķ nżggjum
lųgfųšimįli veršur oršiš nżtt eitt nś um mįl, sum gerst ov gamalt til at koma
undir revsing el. tķl. Oršiš veršur framboriš [fidnast], sum rķmiligt er, skylt sum
taš er viš lżsingaroršiš fornur. Alt annaš orš er firnast, sagt [firnast], iš merkir at 'smęšast' o.tķl.
FŲROYSKA
MĮLNEVNDIN
V.U.
Hammershaimbs gųtu 16
FO-100 Tórshavn
Tlf. 312397 Faks 352521
Teldupostur: mariuss@setur.fo
http://www.fmn.fo