Fyrsta innkalling av fyrilestrum til ráðstevnuna

”Minst fýra mál til øll:
Málpolitiskar avbjóðingar í framtíðini”
Ráðstevna um fleirmæli í Norðurlondum
22. – 24. august 2011
Norðurlandahúsið í Føroyum, Tórshavn

Ráðstevnan ”Minst fýra mál til øll: málpolitiskar avbjóðingar í framtíðini” verður hildin 22. – 24. august 2011 í Norðurlandahúsinum í Tórshavn. Fyriskipari er Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning (Research Center for Social Development), www.socdev.fo, Fróðskaparsetur Føroya, www.setur.fo.

Høvuðsendamálini við ráðstevnuni eru hesi:

At skapa eitt tvørvísindaligt forum við at seta saman serfrøðingar og aktørar frá ymiskum vísindagreinum, sum til dømis samfelagsmálvísindi, samfelagsfrøði, søgufrøði, málfrøði, bókmentafrøði, stjórnmálafrøði og løgfrøði.
At samanbera norðurlendsku royndirnar á økinum.
At draga fram og varpa ljós á málpolitisku royndirnar og serligu avbjóðingarnar í sjálvstýrandi økjunum.
At draga fram og varpa ljós á ymisku vilkorini og málrættindini hjá tilflytarum.

Ráðstevnan tekur støði í einari breiðari fatan av fleirmæli og málpolitikki:

Býtið av fokus millum individuelt og samfelagsligt fleirmæli. Í Evropa og í Norðurlondum valdar í dag grundleggjandi semja um, at fleirmæli er ynskiligt og týdningarmikið bæði fyri einstaklingin og fyri samfelagið sum heild. Men málpolitiskt kann denturin vera lagdur á antin støðuna hjá einstaklinginum og á møguleikarnar hjá honum fyri at mennast ella at tryggja samfelagnum búskaparliga framgongd ella onnur samfelagslig mál. Hvat halda Norðurlond og sjálvstýrandi økini um hetta (møguliga) stríðsmál?

Týdningurin av fleirmæli hjá øllum samfelagslimum. Eitt av endamálunum við ráðstevnuni er at kanna, hvørjar møguleikar meirilutar hava fyri at gerast fleirmæltir og um teir vita av teimum fyrimunum teir hava, tá teir kunnu brúka teirra egna mál í flestøllum førum. Somuleiðis er tað minst líka so týdningarmikið, at allir málsligir minnilutar (íroknað upprunafólk, tilfluttir minnilutar og teknmálsbrúkarar) hava ein veruligan møguleika fyri at gerast fleirmæltir á høgum støði. Hvørja støðu hevur fleirmæli í málpolitisku virkisskráunum í Norðurlondum í dag?

Hóttan í mun til øll mál í Norðurlondum. Eitt annað endamál við ráðstevnuni er at samanbera nøkur føri, har ”smá” tjóðarmál, sum danskt og finskt, kanska verða hótt av enskum á nøkrum økjum og støðum, og tey føri har ymisk upprunamál og minnilutamál eru álvarsliga hótt av bæði tjóðarmálinum og av enskum.

Ymiskar fatanir í ymiskum Norðurlondum av málpolitisku avtalunum. Hóast Norðurlond í mong ár hava samstarvað málpolitiskt og hava somu siðvenjur, og hóast Norðurlond hava skrivað undir partvíst somu norðurlendsku og altjóða málpolitisku avtalur, hava tey ofta sera ymiska fatan av skyldum í hesum tilráðingum og av sáttmálum um málslig rættindi.

Munur á góðkendum nationalum, norðurlendskum og altjóða skyldum og teirra verkseting. Norðurlond hava fyri summar minnilutar (finlandssviar) og upprunafólk (norðursámar) málpolitisk viðurskifti, sum eru betri enn hjá líknandi bólkum í heiminum. Fyri aðrar bólkar (romafólk) er støðan ikki so nógv betri enn í øðrum londum. Granskarar úr øðrum londum halda ofta, at tey smáu vælferðarsamfeløgini í norði eru sera einsháttaði, eisini tá ið ræður um viðferðina av málsligum minnilutum, men tey frávikini, sum eru, geva møguleika fyri mongum ymiskum altjóða samanberingum – íroknað afrikonsk og asiatisk lond, har frálæruroyndir verða framdar, sum granskingarliga eru meira framkomnar enn líknandi evropeiskar og norðuramerikanskar royndir.

Ráðstevnumálini eru danskt, norskt og svenskt umframt enskt. Fyrilestrar kunnu haldast á hesum 4 málunum umframt á føroyskum. Samandráttir skulu skrivast bæði á einum skandinaviskum máli og á enskum. Ongin tulking verður á ráðstevnuni.

Plenumfyrilesarar eru:
Dr. Carol Benson
, Universitetspædagogisk center (UPC), Stockholms Universitet
Prof. Anne Holmen, Institut for Pædagogik, Danmarks Pædagogiske Universitetskole, Aarhus Universitet
Prof. emeritus Robert Phillipson, Copenhagen Business School / Handelshøjskolen i København
Prof. Markku Suksi, Institut for retsvidenskab, Åbo Akademi

Økisfyrilestrar (20 minuttir, pluss 10 minuttir til kjak) verða innkallaðir um hesi temu:

Aðalevnið á ráðstevnuni er ”Minst fýra mál til øll: Málpolitiskar avbjóðingarnar í framtíðini”. Fyri mong upprunafólk og minnilutar er tað neyðugt at duga minst trý ella fýra mál: móðurmálið, høvuðsmálið í samfelagnum, eitt ella fleirialtjóðamál. Fleirmæli á høgum stigi er eitt avgjørt tilfeingi við mongum fyrimunum fyri einstaklingin og samfelagið sum heild, men útbúgvingarverkið er ikki altíð skipað soleiðis, at tað ber til hjá einstaklinginum at fáa hetta. Verkætlanin fer at kanna, hvat slag av málpolitikki (útbúgvingarliga, løgfrøðiliga, sosialt og politiskt osfr.) skal til fyri at røkka endamálinum undir ymiskum umstøðum. Ráðstevnan fer at seta fokus á hesi undirtemu:

Tema I – Mállóggáva:
Hvussu langt kann lóggávan fara – kann hon fara ov langt? (Einmæli sum lóggáva, forboð móti at brúka eitt mál í skúlunum ella á arbeiðsplássinum, í lýsingum osfr., forboð móti at brúka einstakar stavir ella stavrað). Nakrir spurningar, sum verða settir í hesum sambandi eru: Hvørji serøki í Norðurlondum eru umfatað av mállóggávu? Í hvønn mun verður einmæli stuðlað sum samfelagsmodell, ella í hvønn mun verður stuðlað uppundir fleirmæli bæði hjá einstaklinginum og í samfelagnum sum heild í lóggávu? Hvar ganga mørkini millum tað almenna og tað privata økið í lóggávuni? Hvørjar serreglur um mál eru galdandi í útbúgvingarskipanini, í miðlunum, í marknaðarføringini, osfr.?

Tema II – Sjálvstýrandi økini:
 Norðurlondum eru trý sjálvstýrandi øki, Føroyar, Grønland og Áland har málmedvitið er stórt. Tí eru hesir spurningarnir aktuellir: Hvat halda tey sjálvstýrandi økini um kjakið og prinsippið um fleirmæli? Eisini skulu vit spyrja: Hvussu verður arbeitt málpolitiskt í sámisku økjunum, eisini tá tað ræður um at fáa lív í aftur málið og um fleirmæli?

Tema III – Úr vandamáls- offur- og hóttanarhugsan til tilfeingis- agent- og frameftirpeikandi fleirmæli bæði fyri einstakling og samfelag:
Hetta temaøkið umfatar millum aðrar hesar spurningar:
Hvør málpolitikkur flytur fokus frá vandamáls- offur og hóttanarhugsanini til frameftirpeikandi fleirmæli? Hvør útbúgvingarpolitikkur krevur fleirmæli? Hvørjir frálæruhættir stuðla uppundir fleirmæli?

Tema IV – Pallborðskjak:
Teir spurningar, sum skulu viðgerast í plenum verða ásettir seinni. Ætlanin er, at luttakararnir á ráðstevnuni, umboð fyri føroyska samfelagið og onnur áhugaði skulu hava møguleika fyri frammanundan at seta pallborðinum spurningar, sum tey ynskja at kjakast um og fáa nærri lýstar. Við pallborðið verða høvuðstalarar frá ráðstevnuni og umboð fyri føroyska samfelagið.

Útgáva. Ætlanin er at geva út bók ella eitt temanummar av tíðarriti við útvaldum greinum frá ráðstevnuni.

Samandráttir skulu sendast til: malpolitikk@socdev.fo

Týdningarmikil evstamørk fyri ráðstevnuna:

15. januar 2011
Evstamark fyri móttøku av samandráttum (200-300 orð)

28. februar 2011
Kunning um góðkenning av samandráttum.

1. mars 2011
Seinasta freist fyri undantilmelding, sum fer fram á malpolitikk@setur.fo. Skriva ein teldupost um, at tygum hava áhuga fyri at taka lut á ráðstevnuni.

15. apríl 2011
Evstamark fyri bindandi tilmelding við gjaldi fyri ráðstevnuluttøku.

Ráðstevnugjald:
Til og við 15. apríl 2011, 1400 kr/187 evrur (lesandi, arbeiðsleys og pensjónistar 1200 kr/160 evrur).
Eftir 15. apríl 2011, 1600 kr/215 evrur (lesandi, arbeiðsleys og pensjónistar 1400 kr/187 evrur).
Rástevnugjaldið umfatar luttøku, kaffi, vatn við meira á ráðstevnuni, morgunmat og endadøgurða.

Teldupostadressa hjá ráðstevnuni: malpolitikk@setur.fo.

Netsíða hjá ráðstevnuni við upplýsingum niður í smálutir: frá 1. september 2010: www.socdev.fo/malpolitikk.

Raðstevnustaður: Norðurlandahúsið, Norðari Ringvegur · FO-100 Tórshavn •Tlf. (298) 351351 •Fax (298) 351350 • teldupostur nlh@nlh.fo; http://www.nlh.fo.

Upplýsing um Føroyar: http://www.faroeislands.com/. Upplýsing um flúgving til Føroyar: www.atlantic.fo. Upplýsing um skip til Føroyar: www.smyril-line.dk.

Gisting
Luttakarar verða vinaliga bidnir um sjálvir at seta seg í samband við gistingarhúsini: Hotel Føroyar • Tlf. (298) 317500 • Fax (298) 317501 • Teldupostur hf@hotelforoyar.fo; www.hotelforoyar.fo. Hotel Tórshavn •Tlf. (298) 350000 • Teldupostur ht@hoteltorshavn.fo; www.hoteltorshavn.fo. Hotel Hafnia • Tlf. (298) 313233 • Fax 315250 • Teldupostur hafnia@hafnia.fo; www.hafnia.fo.
Gisting fæst fyri ein
serligan ráðstevnuprís.

Ráðstevnufyriskiparar:
Karin Jóhanna L. Knudsen,
karinj@socdev.fo, cand.scient.soc., Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning (Research Center for Social Development), Fróðskaparsetur Føroya, www.socdev.fo.
Elisabeth Holm
eh@ask.fo, cand.phil/MA, Altjóða Skrivstovan, Fróðskaparsetur Føroya, www.setur.fo.
Sia Spiliopoulou Åkermark,
sia@peace.ax, Jur. Dr., docentur í fólkarætti, stjóri, Ålands Fredsinstitut, www.peace.ax.
Leena Huss,
leena.huss@valentin.uu.se, professari í finskum; granskari í fleirmæli, málpolitikki, málmissi og í at fáa lív í aftur mál, Hugo Valentin-centret, Uppsala Universitet.
Tove Skutnabb-Kangas, dr. skutnabbkangas@gmail.com, farin frá fyri aldur, www.Tove-Skutnabb-Kangas.org, Åbo Akademi Vasa, docentur í minnilutavísindi og í málsligum mannarættindum.

Akademisk nevnd: sum omanfyri, pluss:
Hjalmar Petersen, dr.,
hjalmar.petersen@uni-hamburg.de, Collaborative Research Center: Multilingualism, Universität Hamburg.
Kári á Rógvi, Jur, Dr., dekan,
kariar@setur.fo, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya.

Ráðstevnan er stuðlað av Nordplus Horisontal (Nordisk ministerråd)